Bonkurin ornaði paragraffirnar fyri Víking

Bonkurin ornaði paragraffirnar fyri Víking
Víkingur var aftanfyri í steðginum ímóti 07 Vestur, men Finnur Justinussen og Olaf Bárðarson vendu dystinum av bonkinum. Aðrastaðni misti B36 eina tvey mála leiðslu ímóti NSÍ
Finnur Justinussen og Olaf Bárðarson komu inn í steðginum og vendu hóttandi tapi til stórsigur
Mynd: Leit  
 
25.05.2024 - 21:13

Finnur Justinussen og Olaf Bárðarson komu á vøllin fyri Víking í steðginum, og teir vendu dystinum ímóti 07 Vestur, sum tá var frammanfyri.

Magnus Isager legði útiliðið framum, tá 34 minuttir vóru spældir í Norðragøtu, og venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, var eyðsæð ikki nøgdur við tað, hann hevði sæð frá sínum monnum í fyrra hálvleiki.

Jákup Johansen og Martin Klein Joensen vóru tiknir út, og stutt eftir kom gongd í víkingamaskinuna, sum í roynd og veru avgjørdi dystin við trimum málum upp á seks minuttir, tá umleið ein tími var spældur.

Fyrst javnaði Gezá Dávid Turi, og síðan skoraði Finnur Justinussen tvey mál upp í slag. Tá eitt gott korter var eftir, var Gezá Dávid Turi aftur upp á spæl við sínum fimta máli í ár, og Olaf Bárðarson setti punktum við 5-1 máli í síðsta minutti av vanligu leiktíðini.

 

HB gjørdi aftur nóg mikið - B36 misti tvey mála leiðslu

Rodolfo Sormani og hansara menn gjørdu akkurát nóg mikið til at fáa øll stigini og fylgja Víkingi í Betritoppinum, tá ÍF vitjaði í Gundadali. 

Sammy Skytte, sum skoraði ímóti ÍF í 4. umfari, endurtók bragdið við einasta málinum í dystinum, tá 34 minuttir vóru spældir. Bæði liðini høvdu kjansir, og fuglfirðingar hildu seg eiga brotsspark, men dysturin endaði 1-0.

Við Løkin í Runavík sá út til, at B36 hevði fult tamarhald á dystinum ímoti NSÍ. Zean Peetz Dalügge og Marius Kryger Lindh skoraðu til 1-0 og 2-0, sum var støðan í steðginum.

Men í seinna hálvleiki komu runavíkingarnir væl afturíaftur. Fyrst minkaði Steffan A. Løkin um munin, og tá 73. minuttir vóru spældir, javnaði Klæmint A. Olsen við sínum triðja máli hetta kappingarárið. 

 

Aftur trýst á KÍ

Víkingur og HB fylgjast framvegis í toppinum við 30 stigum í part, og tí er aftur trýst á KÍ, sum nú er seks stig aftan fyri oddaliðini undan dystinum ímóti B68 í morgin. Skaðastøðan er batnað nakað hjá klaksvíkingum seinastu vikurnar, og KÍ er stórfavorittur ímóti B68, sum ikki hevur vunnið nakran dyst í ár.

Við Margáir tekur EB/Streymur, sum framvegis bert hevur nøsina framman fyri botnliðini, ÍF og B68, ímóti Skála í einum dysti, sum Sigfríður Clementsen og hansara menn helst halda seg hava góðar møguleikar í. Skal tað eydnast heimaliðnum at fáa stig, skulu teir spæla munandi betri enn í 1. umfari, tá Skála vann 3-0 undir Mýruhjalla.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221