Elians Sonur: Ein sangur um frælsi

Elians Sonur: Ein sangur um frælsi
Í dag klokkan 17.05 sendir útvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyrsta part av fimm í røðini, sum ber heitið, Elians Sonur.
Í fimm partum tosar Ragnar Winther Eliansson (1993) um kvalifiseraðar meingingar, kommunalt inntriv, kríggj, kærleik, krúnukrím, frælsi o.a.
 
28.05.2024 - 10:36

Í dag klokkan 17.05 sendir útvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyrsta part av fimm í røðini, sum ber heitið, Elians Sonur. Ragnar Winther Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024.

Fyrsti partur av hesi útvarpspentalogiini er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið, kvalifiseraðar meiningar:

"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."

- Ragnar Winther Eliansson í fyrsti parti av Elians Soni

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð.

Øll sendingin er tøk á KVF Ljóð, og tú finnur hana her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721