Verkfallið: Prestar skulu gera tænastu í sóknarkirkjuni

Verkfallið: Prestar skulu gera tænastu í sóknarkirkjuni
Leiðslan hjá fólkakirkjuni heldur tað vera óhóskandi at biðja um undantøk, so sóknarprestarnir fáa fylt brennievni á bilin
Verkfallið rakar eisini fólkakirkjuna. (Savnsmynd)
 
28.05.2024 - 08:34

Verkfallið rakar nú eisini fólkakirkjuna.

Nú bensin og diesel eru uppi á flestu bensinsølunum, ávirkar tað tænastu prestsins. 

Leiðslan hjá fólkakirkjuni heldur tað vera óhóskandi at biðja um undantøk, so sóknarprestarnir fáa fylt brennievni á bilin. 

 

Henda støðan rakar eisini prestarnar.

 

Avmarkað frástøða

Hon mælir tí til, at prestur ger tænastu sunnudagar í síni sóknarkirkju. Her er frástøðan millum heimið og kirkjuna avmarkað. 

Hendir okkurt álvarsamt, ella talan verður um jarðarferðir, verður í stakførum biðið um brennievni til viðkomandi prest, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. 

Undantakið frá meginregluni er presturin við ábyrgd av tilbúgvingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655