Kommunan keypir barnagarðin hjá nonnunum

Kommunan keypir barnagarðin hjá nonnunum
Katólska kirkjan í Føroyum hevur spurt Tórshavnar kommunu, um hon vil keypa ognir hjá kirkjuni
Tórshavnar kommuna skal keypa barnagarðin fyri átta milliónir krónur.
 
30.05.2024 - 06:54


Tórshavnar kommuna skal keypa dagstovnin hjá katolikkunum, Skt.Jósefs barnagarð, fyri átta milliónir krónur.

Katólska kirkjan í Føroyum hevur spurt Tórshavnar kommunu, um hon vil keypa ognir hjá kirkjuni.

Talan er um dagstovnin við Varðagøtu, sum er bygdur í 1965, og kleystrið, Kerit, sum er bygt í 1980.

Í kleystrinum eru 11 kømur. 

Kommunustjórin og trivnaðarstjórin mæla til at bjóða átta milliónir krónur fyri dagsstovnin.

Kirkjan hevur tikið av hesum tilboði.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá stjórunum.

Býráðið skal viðgera málið í dag.

Skt.Jósefs barnagarður er sjálvsognarstovnur.

Men hann skal vera vanligur kommunalur dagstovnur.

Kommunan skal bjóða teimum, sum arbeiða her, at halda fram.

Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931 hevur katólska kirkjan gjørt av at lata aftur kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum fara úr Føroyum næsta mánað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531