Í myndum: Verkfallið hert

Løgreglan kom upp í leikin, tá verkafólk í morgun byrjaðu eina blokadu av báðum byggifeløgunum á Hjalla í Havn, J&K Petersen og Articon. Byggifeløguni gera verkfalsrakt arbeiði, tvíhalda arbeiðarafeløgini. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Verkfalsvaktirnar fór beinleiðis eftir betongblandistøðini hjá Articon á Hjalla. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Verkfalsvaktirnar forða fyri, at betongbilar og onnur akfør hjá Articon sleppa út úr økinum hjá byggifelagnum.(©Bjarni Árting Rubeksen)

Løgreglufólkini tosaðu við partarnar á Hjalla í morgun, har verkafólk eisini blokeraðu økið hjá J&K Petersen. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Verkafólk úr øllum landinum taka lut í blokaduni. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Løgreglan sigur, at hon heldur seg óhefta í arbeiðsmarknaðartrætuni, og brúkar heldur samskifti enn vald at loysa spentar støður sum hana á Hjalla.  (©Bjarni Árting Rubeksen)

Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, var eisini millum tey, ið mótmæltu og blokeraðu fyri virkseminum hjá byggifeløgunum á Hjalla í morgun. (©Bjarni Árting Rubeksen)

"Tað er ómoralskt, at handverkarar taka upp verkfalsrakt arbeiði," átalaði Georg F. Hansen, formaður í Føroyar arbeiðarafelag, sum legði limir í Føroya Handverkarafelag undir at vera verkfalsbrótarar, tí teir koyrdu blandibilar hjá byggifeløgunum. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Hóast støðan var spent, so gekk alt friðarliga fyri seg á Hjalla í morgun. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Verkfalsvaktirnar fingu boð frá løgregluni um, at tær kundu standa uttan fyri økini hjá byggifeløgunum, men máttu ikki fara inn á økini. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Løgreglan ásannar, at verkfalsblokadur og líknandi eru ein grásona, og løgreglufólk gera av frá støðu til støðu, nær tílíkar blokadur og tiltøk eru lóglig ella ólóglig. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Blokadan av byggifeløgunum á Hjalla heldur fram, og vaktarskiftið hevur eisini verið millum verkfalsvaktirnar. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Løgreglan er eisini enn á Hjalla og heldur eitt vakið eyga við blokaduni. (©Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera