Kongur verður verji fyri Koltursætlanini

Kongur verður verji fyri Koltursætlanini
Hetta fær týdning, tá ið ræður um at fáa fígging til ætlanina, sigur stjórin á Tjóðsavninum
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma eftir ætlan til Føroya á vitjan í juni.
 
31.05.2024 - 11:46

At kongur vil vera verji fyri Koltursætlanini, kunnu vit brúka, tá vit skulu flyta verkætlanina fram.

Og helst kann tað eisini gera tað lættari at fáa fígging til vega.

Tað sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, nú kongshúsið hevur kunngjørt, at hansara hátign Fríðrikur kongur 10. verður verji fyri Koltursætlan Tjóðsavnsins.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

31052024_Koltursaetlan

 

Herleif Hammer er stjóri á Tjóðsavninum.


Koltursætlanin snýr seg um at gera eina antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. 

Fleiri smærri og størri verkætlanir eru, bæði viðvíkjandi mentan og náttúru. 

Ætlanin er at betra umstøðurnar hjá granskarum og starvsfólki at virka í oynni og at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða, sigur Tjóðsavnið.

Koltur.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659