Beinir á beinari kós móti donsku popptindunum

Beinir á beinari kós móti donsku popptindunum
Tað gongur við rúkandi ferð hjá Beinir Troest Rasmussen. Í annaðkvøld skal hann syngja beinleiðis í sjónvarpssending í DR, og í heyst kemur hansara vaksnamannadebutplátan út
Mynd: Pressumynd  
 
31.05.2024 - 21:00

 Í annaðkvøld, leygarkvøldið, fer føroyski sangarin og sangskrivarin Beinir Troest Rasmussen at syngja og spæla beinleiðis í stórari syngið við-sjónvarpssending á DR. 

Sendingini, ið verður send beinleiðis frá fólkaræðisháborg dana, Christiansborg, er liður í, at danir í hesum døgum feira, at danska grundlógin fyllir 175 ár í ár. Sjálvur Grundlógardagurin er mikudagin 5. juni. 

Fyri Beinir er tað ein stórur heiður og ein stórur møguleiki at verða spurdur um at luttaka í einari sovorðnari sending, ið verður send beinleiðis á DR í bestu sendutíð klokkan 20 leygarkvøld.  

"Tað hevur sera stóran týdning fyri meg, at DR hevur spurt meg um at vera við í hesi sendingini. Hetta er sera spennandi og ein góður møguleiki at sleppa at vísa meg fram sum tónleikara fyri nógvum áhoyrarum," ásannar Beinir, sum í dag býr í Keypmannahavn, har hann roynir at skapa sær eina yrkisleið innan tónleikavinnuna. 

"Eg kann brúka eina sovorðna sending til at víðka um mín áhoyrararskarða."

 

Debutplátan er á trappuni

Beinir tykist verurliga at hava fingið vind í seglini á danska tónleikapallinum. Hann spælir nógvar konsertir, tónleikurin hjá honum verður javnan spældur í donskum útvarpi, og so tykist hann vera komin í samband við tey nøkur góð fólk innan tónleikavinnuna í Danmark.

"Jú, tað gongur sera væl. Tað er fantastiskt at uppliva, at fólk taka væl ímóti mínum tónleiki og koma til mínar konsertir. Eisini er tað spennandi at hava fingið fótin innum í donskum útvarpi, og at fáa møguleikar sum hendan í annaðkvøld, har eg sleppi at spæla í donskum sjónvarpi."

Beinir gongur yvirhøvur eina spennandi tíð í møti. Vaksnamannadebutplátan hjá Beinir er á gáttuni. Plátan, sum kemur út í heyst, er liðug og send til ljóðblandingar, sigur Beinir. 

"Tað er ein góð kensla at vera liðugur við plátuna, men samstundis er tað eisini eitt sindur undarligt, tí eg havi arbeitt við henni so leingið. Fólk fara tó at fáa nakrar smakkroyndir av plátuni, tí eg fari at geva tvey stakløg av henni út, áðrenn sjálv plátan kemur út."

 

Konsertir í Danmark

Tónleikasummarið byrjar nú, og tað er óivað nógvir føroyingar, ið kundu hugsað sær at hoyrt Beinir spæla konsert her á landi.

"Í summar havi eg nakrar konsertir á skránni í Danmark. Seinni í ár - eftir at plátan er komin út - fari eg á konsertferð. Konsertirnar vera runt í Danmark, men ætlanin er eisini at spæla eina konsert í Føroyum," avdúkar Beinir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Guðstænasta úr Argja kirkju
185465
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283