- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur: Menniskjan er tann sama
- Tað at fáa fólk at koma í útvarpsstovuna at umrøða prædikutekstin, er eitt gamalt hugskot hjá okkum báðum, sum nú bleiv til veruleika, sigur Armgarð Arge.
Armgarð Arge hevur síðani september staðið fyri útvarpssendingini "Skrivað stendur" saman við Kára Sólstein.
- Fyri meg hevur hetta verið ein sera lærurík sending, har eg havi lært eina rúgvu um, hvat tað er, ið stendur í evangeliinum, sigur Kári Sólstein.
Vit kunnu seta okkum inn í teksin
Hóast tekstirnir eru 2000 ára gamlir, so hava teir alt tað, ið tað modernaða menniskja stríðist við í gerandisdegnum í dag, eitt nú grammleika, gírni, næstakærleika, fyrigeving, og hvat meiningin er við lívinum, heldur Armgarð Arge.
- Vit kunnu øll seta okkum sjálvi inn í tekstin og so hugsa um, hvat vildi eg sagt ella gjørt í støðuni? Eri eg ein næsti hjá nøkrum? Ella hvør er mín næsti? Tekstirnir, so gamlir sum teir eru, venda sær beinleiðis til lesaran og spyrja lesaran, hvat hann heldur. Er lívið heilagt? Ella eru vit uppi á døgum nøkur ár og enda so aftur sum lívrunnið burturkast? leggur Armgarð Arge spyrjandi afturat.
Eitt nýtt kirkjuár byrjar fyrsta sunnudag í advent.
Dentur lagdur á kynsjavnvágina
Tey bæði hava lagt stóran dent á, at kynsjavnvágin hevur verið í lagi í "Skrivað stendur", og tí hava ikki færri enn 30 kvinnur og 30 menn verið í sendingunum í vetur.
- Eg vil rósa øllum hesum fólkum, at tey hava játtað at verið við, tí tað krevur eitt sindur av heimaarbeiði at fáa ein stuttan tekst í evangeliinum, sum tú so skalt tulka og greina, og síðani seta inn í eitt nútímas samanhang. Og so slepst heldur ikki undan, at hetta verður persónligt á onkran hátt, tí hetta snýr seg um trúgv, sigur Kári Sólstein.
- Eg haldi eisini, at tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt allar tær ymisku meiningarnar og tulkingarnar av tekstunum. Tað kemst ikki uttanum, at mann onkuntíð er tikin á bóli av onkrum gesti og hugsað: Júst so! Hatta er genialt. Hatta havi eg ikki hugsað um, sigur Armgarð Arge og leggur afturat, at tað eisini hevur verið áhugavert at eygleitt, hvussu ymiskar tulkingarnar eru, alt eftir um fólkini koma úr fríkirkjum ella fólkakirkjuni.
Kend fólk
Tey bæði hava roynt at fingið fólk við í sendingina, sum eru kend í almenna rúminum, at luttaka.
- Hetta eru fólk, sum eru von siga sínar meiningar um ymiskt, ið hendir í samfelagnum. Hvat teirra persónliga trúgv er ella ikki, er óviðkomandi fyri hesa sending, sigur Kári Sólstein
Sendingin hevur verið sera væl móttikin, og hevur havt nógvar lurtarar. Armgarð Arge og Kári Sólstein ætla tí at halda fram við "Skrivað stendur" í september.
Allar sendingar í røðini "Skrivað stendur" kunnu hoyrast inni á KVF Ljóð.