Arbeiðarafeløgini mæla til at fara aftur til samráðingarborðið

bannari
Arbeiðarafeløgini mæla til at fara aftur til samráðingarborðið
Feløgini siga, at semingsroyndin bar ikki á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum
Frá vinstru: Absalon Hansen, form. í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Heri Reynheim, form. í Havnar arbeiðarafelag, Jastrid Wolles Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, og Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag.
Mynd: Samtak  
 
04.06.2024 - 16:00

Dagført kl. 16:10:

Semingsmaðurin hevur kallað umboð fyri partarnar í verkfalli á fund fyrrapartin í morgin.

Terje Sigurðsson váttar, at hann hevur kallað samráðingarleiðararnar á fund í morgin klokkan 10.

- Eg skal kunna meg um, hvørja støðu partarnir hava, og lodda dýpið, um viðurskifti broytast. Gera tey tað,  kunnu vit fara til veruligar samráðingar, sigur hann.

--------------

 

Verkfallið gongur á fjórðu viku, og arbeiðarafeløgini í verkfalli mæla nú til, at partarnir fara aftur til samráðingarborðið.

Feløgini vísa á, at semingsroyndin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir.

Krøvini hjá feløgunum í verkfalli eru óbroytt, men Jastrid Wolles Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, sigur, at í 2018 eydnaðist pørtunum sjálvum at finna eina loysn, og tað eigur at verða roynt aftur nú.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Jastrid Wolles Niclasen:

 

04062024_Jastrid_um_samradingar

 

Semingsmaðurin hevur kallað umboð fyri partarnar í verkfalli á fund fyrrapartin í morgin.

Terje Sigurðsson váttar, at hann hevur kallað samráðingarleiðararnar á fund í morgin klokkan 10.

- Eg skal kunna meg um, hvørja støðu partarnir hava, og lodda dýpið, um viðurskifti broytast. Gera tey tað, kunnu vit fara til veruligar samráðingar, sigur hann.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870