Semingsstovnurin hittir partarnar fyrrapartin

bannari
Semingsstovnurin hittir partarnar fyrrapartin
Verkfallið gongur nú á fjórðu viku
Semingsmenninir fara at lodda dýpið hjá arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarunum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 08:13

Umboð fyri partarnar í verkfalli fara fyrrapartin á fund hjá Semingsstovninum.

- Eg skal alla tíðina halda meg kunnaðan um, hvørja støðu partarnir hava, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið í gjárkvøldið.

Hann sigur seg onga ábending hava um, hvørja støðu partarnir hava nú.

- Á fundinum lodda vit dýpið, og eru umstøðurnar broyttar so mikið, at grundarlag er fyri at fara undir veruligar samráðingar, gera vit tað seinni, sigur Terje Sigurðsson.

Verkfallið hevur nú vart í meira enn tríggjar vikur.

 

Jógvan Amonsson, fyrrverandi semingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyrrverandi semingsmaðurin Jógvan Amonsson væntar, at kemur glið á samráðingarnar, endar verkfallið helst í hesi vikuni.

Tað segði hann í Degi og viku í gjárkvøldið:

 

05062024_Amonson


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290