1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík

1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík
Tá ið tey gróvu út í víkingaaldartoftunum í Borðoyarvík síðsta summar, funnu tey eina vakra bláa perlu frá umleið ár 1000
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.06.2024 - 08:23

​- Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin, sigur ein brosandi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

Tað er í víkingatoftunum Niðri í Toftum í Borðoyarvík í Klaksvík, at tey hava funnið perluna. Fólk frá Tjóðsavninum tók upp aftur forngrevstur har síðsta summar.

 

Nidri_i_Toftum_NET

 

VIDEO: Tað er her í Borðoyavík í Klaksvík, at Tjóðsavnið í fleiri umførum hevur grivið í fornari víkingabúseting.

 

- Vit funnu perluna í einum øki, sum hellur oman í móti áarbakkanum og sjóvarmálanum. Perlan er úr glasi og hon er innflutt til Føroya í víkingatíð, greiðir Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús.

Perlan er helst komin úr Ribe ella Hedeby, sum vóru stórir handilsstaðir í víkingatíð, har hon antin er keypt beinleiðis, ella innflutt við skipið til Føroya.

- Perlan hevur verið partur av eini hálsketu ella armbandi, leggur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús frá.

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen 

Tað er Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, ið hevur staðið fyri útgrevstrinum síðsta ár. Her hyggja tey at einum gomlum klíggjasteini, sum í fornari tíð varð bundin upp í endan á garnið á einum klíggjavevi (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Fyri yvir túsund árum síðani stóð eitt víkingalanghús Niðri í Toftum í Borðoyavík. Húsið hevur verið 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt. Tað hevur havt bogaðar útveggir og høga reising.

Líka síðani 1969 hava fornfrøðingar í fleiri umførum grivið niðri í Toftum, og í summar er ætlanin at gera hetta arbeiðið liðugt.

Flatir steinar, har rivur eru ristar í. Hesir steinar hava verið brúktir at baka breyð á og hava virkað sum bakipappír. Teir eru innfluttir til Føroya og eru helst úr miðøld. Funnir í toftunum í Borðoyavík.

Ein vøkur perla, sum eisini er funnin í víkingatoftunum í Borðoyavík. 

Royðugrót, brúkt til at spinna við. 

Tey hava funnið fleiri steinar, sum hava verið brúktir til bríni. Her er eina rásteinur, helst innfluttir úr Noregi, sum hevur verið ætlaður sum bríni.

Steinar, ið hava verið brúktir sum pottar ella íløt. 

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, stendur fyri útgrevstrinum NIðri í Toftum í Borðoyavík (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

"Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin."

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur

 

Bláa perlan varð funnin heilt tætt við sjóvarmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804