Semingsroyndin er byrjað

bannari
Semingsroyndin er byrjað
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur sagt, at hann ætlar at sita við pørtunum, til tað røkkur ella støkkur
Terje Sigurðsson er farin undir nýggja semingsroynd millum arbeiðarafeløgini í verkfall og arbeiðsgevararnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.06.2024 - 15:24

Semingsroyndin millum arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevarafelagið er byrjað.

Í gjár boðaði Terje Sigurðsson, semingsmaður, frá, at nú var grundarlag fyri taka semingsroyndina við fakfeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar uppaftur.

Avgjørt var at semingin skuldi byrja í morgin. Men stutt fyri nátturða í gjárkvøldið var semingsroyndin framskundað til í dag.

- Vit halda, at hetta skal gerast so skjótt sum til ber, segði Terje Sigurðsson í stuttari viðmerking við útvarpið í gjárkvøldið.

Hvussu leingi, semingsroyndin fer at vara, er ógreitt, men Terje Sigurðsson hevur sagt, at hann ætlar at sita við pørtunum, til tað røkkur ella støkkur.

Óhugsandi er ikki, at semingsroyndin eisini verður alt vikuskiftið.
 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358