Elias livir Champions League-dreymin

Elias livir Champions League-dreymin
Seinnapartin spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir úr THW Kiel hálvfinalu ímóti Barcelona. Tað er ein dreymur, føroyski spælskiparin hevur havt frá barnsbeini
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
08.06.2024 - 13:16

Í dag verður enn ein dreingjadreymur hjá føroyska hondbóltsúrmælinginum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu veruleiki.

Seinnapartin spælir felagið hjá unga spælskiparanum, THW Kiel, hálvfinalu ímóti Barcelona í Champions League-endaspælinum, sonevnda Final Four, sum er í Køln hetta vikuskiftið.

 - Eg havi góðar vónir. Vit hava glett okkum nógv til at sleppa at spæla Final Four, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við Dag og Viku fríggjakvøldið.

 - Hetta er nakað, sum eg havi droymt um alt mítt lív, so eg gleði meg sera nógv.

Føroyingurin veit ikki, júst hvønn leiklut hann fær ímóti Barcelona.

 - Tað veit mann ikki ordiliga frammanundan, men og komi avgjørt at spæla, og so fáa vit at síggja hvussu nógv, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Kunnu vinna á øllum

Tað er nærum ein mánaður, síðan týska stórfelagið tryggjaði sær pláss í Final Four við ótrúligum heimasigri á Montpellier eftir stórtap í Fraklandi. Uppgávan ímóti Barcelona, sum av flest øllum serfrøðingum verður roknað sum favorittur í hálvfinaluni, verður ikki minni.

 - Tá tað er Final Four eru øll liðini sjálvandi øgiliga góð, og vit hava avgjørt ein kjans at vinna. Hvat fólk siga, merkir ikki nógv. Vit fara bara inn fyri at royna at vinna dystin, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Vit av føroyingum eru komnir til Køln fyri at stuðla Eliasi Ellefsen á Skiapøtu og Kiel, og tað hevur stóran týdning.

 - Tað er sjálvandi øgiliga stuttligt. Eg havi fingið nógva familju niður at hyggja, og tað eri eg glaður fyri.

Fer tað at hita hjartað, um tú sært føroyska flaggið í høllini?

 - Tað fer tað avgjørt, ja, sigur spælskiparin.

 

 

Føroyingarnir spæla á hægstu rók

Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu fer á vøllin leygardagin, merkir tað, at føroyingar hava spælt í øllum trimum endaspølunum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, hetta kappingarárið.

Allan Norðberg gjørdi ikki mætari enn at vinna European Cup við Vali, Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vóru omaná ímóti Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin í European League, og nú eigur Elias Ellefsen á Skipagøtu tørn í Champions League.

Og hann væntar ikki, at hetta er seinastu ferð, at føroyingar spæla endaspæl í glæsiligastu kappingini fyri evropeisk hondbóltsfeløg.

 - Tað er sjálvandi øgiliga stuttligt, at føroyingar eru við í teimum bestu kappingunum, men eg rokni ikki við, at eg verið tann síðsti, sum spæli í Final Four.

Í hinari hálvfinaluni spæla Magdeburg og Aalborg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112