Óvanliga nógvur smáfiskur undir Føroyum

Óvanliga nógvur smáfiskur undir Føroyum
Havstovan sigur tó, at einki samsvar er millum smáfisk á merkingartúrinum og tilgongd til toskastovnin.
 
09.10.2013 - 08:40

Ongantíð hesi seinastu 15 árini hevur so nógvur smáfiskur verið at fingið í september og oktober, upplýsir Havstovan eftir merkingartúrin hjá Magnusi Heinasoni hálvan september.

Vanliga eru eitt til tvey prosent av teimum merktu toskunum eystanfyri smáfiskur. Í ár vóru heilt uppi í tíggju prosent smáfiskur.

Einki samsvar

Havstovan sigur tó, at einki samsvar er millum smáfisk á merkingartúrinum og tilgongd til toskastovnin.

Hinvegin er nógv av smáfiski at fáa á merkingartúrinum, tá toskastovnurin er lítil og øvut. Hetta bendir á, at smáfiskurin torir ikki at koma út frá landi, tá nógvur toskur er til, sigur Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858