Hálka steðgaði týskum ferðafólkum í Íslandi

Hálka steðgaði týskum ferðafólkum í Íslandi
Ferðafólkini, sum vóru á veg umborð á Norrønu á Seyðisfirði, sluppu ikki oman brekkuna móti Seyðisfirði, tí har var so hált. Bjargingarfeløg vóru boðsend
Tey 300 týsku ferðafólkini vóru við Norrønu
 
09.10.2013 - 09:50

300 týsk ferðafólk, sum vóru í Íslandi við Norrønu, sluppu ikki aftur til Seyðisfjarðar í gjárkvøldið, tí teir fýra bussarnir sluppu ikki oman brekkuna móti Seyðisfirði fyri hálku. Bjargingarfeløgini á Egilsstøðum og Seyðisfirði noyddust at fara at hjálpa ferðafólkunum, so tey sluppu oman til Seyðisfjarðar.

Ferðafólkini komu við Norrønu á Seyðisfjørð, og fóru við bussum til Egilsstaðir og aðra staðni har á leiðini. Tá tey skuldu aftur til Norrønu, kundu bussarnir ikki koyra oman móti Seyðisfjarðar, tí vegurin var vorðin sera hálur.

Fingu tilboð um kreppuhjálp

Týsku bussførararnir tordu ikki at koyra oman, og teir fingu boð frá sínum arbeiðsgevarum um at biðja um hjálp. Bjargingarfólkini koyrdu ferðafólkini til Seyðisfjarðar í øðrum bilum og minni bussum.

Eingin fekk mein, men summi ferðafólk vóru so skelkað av hendingini, at tey fingu tilboð frá Reyða Krossi um kreppuhjálp um borð á Norrønu, veit íslendska kringvarpið at siga. Sambært einum bjargingarmanni hevði onkur bussur ketur, men antin kundu tær ikki brúkast ella vóru tær oyðilagdar.

Norrøna fer av Seyðisfirði til Havnar í kvøld klokkan átta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327