Óvissa um vápnahvíld í Miðeystri

Óvissa um vápnahvíld í Miðeystri
Amerikanski forsetin sigur, at avgerðin liggur í hondunum á palestinum
Joe Biden, sum her er avmyndaður á G7-toppfundinum í Italia, sigur, at Hamas noyðist at førka seg í samráðingunum um vápnahvíld.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.06.2024 - 09:05

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur, at tað er ikki vist, at nøkur skjót vápnahvíld verður millum Hamas og Ísrael.

- Nei, svaraði Biden, tá ið journalistar spurdu hann í sambandi við G7-toppfundin í Italia í gjár, um hann er vísur í, at vápnahvíld millum Hamas og Ísrael skjótt verður klár.

- Eg havi ikki mist vónina, men tað verður torført, legði hann aftrat.

Hann heldur, at lagnan hjá vápnahvíldini liggur í hondunum á palestinum.

- Hamas noyðist at førka seg, segði hann við journalistarnar.

Samráðingarfólk úr USA, Egyptalandi og Katar hava í fleiri mánaðir roynt semju í royndini at fáa í lag vápnahvíld millum Hamas og Ísrael. 

Seinasta uppskotið um vápnahvíld legði Biden fyri partarnar 31. mai. 

Sambært USA tekur Ísrael undir við tí, men Hamas hevur verið tvískiljandi í sínum fráboðanum, sum siga uppskotið vera jaligt og seta nýggj krøv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542