74 mió. kr. fleiri í lønum í ár

74 mió. kr. fleiri í lønum í ár
Afturgongd var fyrstu tveir ársfjórðingarnar, men tølini fyri triðja ársfjórðing visa stóran vøkstur
 
09.10.2013 - 11:18

Lønarútgjaldingarnar í Føroyum halda fram at vaksa. Nýggjastu tølini yvir lønarútgjaldingar hjá Hagstovuni vísa, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnir í ár vóru goldnar 74 milliónir krónur meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent.

Samanborið við lønarútgjaldingarnar í fjør, var afturgongd teir báðar fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Men nú tølini fyri triðja ársfjórðing vísa ein stóran vøkstur, kann Hagstovan vísa á ein vøkstur upp á 3,6 prosent í árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingunum fyri triðja ársfjórðing.

Flestu lønir í triðja ársfjórðingi

Vanligt hevur verið seinastu árini, at flestu lønir verða útgoldnar í triðja ársfjórðingi. Tó ikki í fjør, tá stórar útgjaldingar í hýrum gjørdu fjórða ársfjórðing til tann besta, skrivar Hagstovan á netinum.

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at ali- og kryvjivirkini er tann bólkurin, sum hevur havt størstu framgongdina í lønarútgjaldingum, 12,8 prosent. Síðan kemur bólkurin, sum eitur flutningur annars - tað er annar flutningur enn sjóflutningur - har vøksturin var 10,2 prosent, og gistingarhús og matvøruvirki, sum hava havt 10 prosent í lønarvøkstri fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687