Nógv meira enn helvtin av húskjunum hevur eingi børn

Nógv meira enn helvtin av húskjunum hevur eingi børn
19.146 húski eru í Føroyum, og í 12.662 teirra eru eingi børn, vísa tøl hjá Hagstovuni
19.146 húski eru í Føroyum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
18.06.2024 - 08:37

Eingi børn eru í nógv meira enn helvtini av húskjunum í Føroyum.

19.146 húski eru í Føroyum, sigur Hagstovan.

Í 12.662 teirra eru eingi børn. Í 5.175 húskjum er bara ein vaksin.

Og í 4.797 húskjum eru tvey vaksin.

Í 2.690 húskjum eru trý ella fleiri vaksin og eingi børn.

Hetta er tøl fyri mai í ár.

Gerast fleiri

Serliga húski, har bara ein vaksin er, gerast støðugt fleiri.

Fyri einum ári síðani vóru tey 257 færri enn í mai í ár.  

Í 634 húskjum eru stakir uppihaldarar, tað eru ein vaksin og børn.

Sambært Hagstovuni er eitt húski fólk, sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. 

Vaksin eru fólk, sum eru fylt 18 ár.

 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115