Kanna møguleikan at fáa maritima økið í miðnámsútbúgvingar

Kanna møguleikan at fáa maritima økið í miðnámsútbúgvingar
Maskinmeistaraútbúgvingin hevur søguliga stóra tilgongd, men verri er statt við navigatørútbúgvingunum
Vinnuháskúlin. Nógv vilja vera maskinmeistarar, men tilgongdin til navigatørútbúgvingina er lítil. (Savnsmynd)
 
20.06.2024 - 08:15

Ætlanin er kanna, hvussu vit kunnu fáa maritima økið at vera við í miðnámsútbúgvingunum.

Talan kann vera um tað, sum vit kenna úr Danmark sum 'HF i søfart'.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um maritimar útbúgvingar.

Hann sigur, at ein arbeiðsbólkur við fólki úr vinnuni, fakfeløgunum og útbúgvingarskipanini endurskoðar aspirant-skipanirnar.  

Ein annar arbeiðsbólkur endurskoðar og broytir útbúgvingina til skipsatstøðara. Hann skal gera styttri útbúgvingarleist fyri tey, sum vilja vera dekkarar. 

Arbeiðsbólkarnir leggja í hesum døgum síðstu hond á tilmælini hjá sær, sigur landsstýrismaðurin.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nógv vilja vera maskinmeistarar

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at sum skilst fara nógv færri nú í maritimu skúlarnar í Føroyum. 

Djóni Nolsøe Joensen svarar, at maskinmeistaraútbúgvingin hevur søguliga stóra tilgongd í løtuni. 

Flokkarnir hava verið fullteknaðir tvær tær seinastu ferðirnar. 

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Færri navigatørar

Tilgongdin til navigatørútbúgvingarnar er ikki eins góð.

Tilgongdin til útbúgving sum skipsatstøðingur hevur verið lítil okkurt árið. Men tað tykist sum skipsatstøðaraútbúgvingin er um at fáa viðurkenning.

Tað sæst í umsøkjaratalinum, sum er á veg uppeftir, sigur landsstýrismaðurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025