Semingsstovnurin hittir FSN og Lønardeildina í dag

Semingsstovnurin hittir FSN og Lønardeildina í dag
Samráðingar eru um skipini hjá landinum
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2024 - 09:51

Í dag klokkan eitt hittast Semingsstovurnin, Lønardeildin og Skipara- og navigatørfelagið á samráðingarfundi. 

Samráðingar eru um skipini hjá landinum.

Maskinmeistarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum gjørdu nýggjan sáttmála týsdagin.

Semjan um Strandfaraskip landsins gevur lønarhækking, sum er 3,8 prosent fyrsta árið, 4,2 prosent annað árið og 4,45 prosent triðja árið. 

Semjan um havrannsóknarskipið Jákup Sverra er tann sama, tó eru prosentini 4,75 prosent triðja árið. 

Sáttmálin er bara galdandi í hálvt annað ár aftat, tí gamli sáttmálin gekk út 1. oktober í 2022. 

Tað sama er at siga um sáttmálan hjá Skipara- og navigatørfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213