Útlendingar skulu vísa, at teir vilja vera integreraðir

Útlendingar skulu vísa, at teir vilja vera integreraðir
Uppskot til føroyska integratiónslóg er sent til hoyringar
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur gjørt uppskot um integratiónslóg, sum er farið til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2024 - 14:02

Lógaruppskotið er um útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.

Lógin ásetur m.a., at ávísir tilflytarar skulu til integratiónssamrøðu, har millum annað verður kunnað um, at integratiónssamrøða, málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið og mentanina eru sum byrjanarstøði treytir fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Umsøkjari til varandi uppihaldsloyvi skal hava víst í verki, at hann vil vera integreraður í samfelagið, stendur eisini.

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum:

 

20062024_Bjarni_um_integration


 

Samskipari í øllum økjum

Sambært uppskotinum skal landið býtast í integratiónsøki, og integratiónssamskipari skal setast í øllum økjum.

Tey, sum lógin umfatar, fáa ókeypis undirvísing í føroyskum og ókeypis skeið í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum.

Hoyringarfreistin er til 1. august, og lógaruppskotið skal koma í gildi 1. januar næsta ár.

Seinastu árini er talið av tilflytarum økt sera nógv, sigur Løgmálaráðið. Teir vóru 1,5 prosent í 2010. Í fjør vóru teir 5,5 prosent av fólkatalinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025