Uppskotið um misálit á matvøruráðharran fall

Uppskotið um misálit á matvøruráðharran fall
Tá atkvøtt var í altinginum, vóru 23 atkvøður fyri og 35 ímóti
Bjarkey Olsen Gunnarsdóttir er matvøruráðharri í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
21.06.2024 - 08:45

Uppskotið um misálit á Bjarkeyju Ol­sen Gunn­ars­dótt­ur, matvøruráðharra, var felt í altinginum í gjár.

Hon kom í politiskt ódnarveður í sambandi við hvalaveiðu í Íslandi. 

Ein tingmaður hjá Sjálvstæðisflokkinum, sum er í samgonguni, atkvøddi ikki.

23 atkvøður vóru fyri uppskotinum og 35 ímóti. 

Hetta er fjórðu ferð í ár, at uppskot um misálit er komið í altingið.

Eitt hevur verið um ríkisstjórnina og trý um matvøruráðharran.

Tvey uppskot um misálit á matvøruráðharran vóru afturkallað og tí ikki viðgjørd í altinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162