Arbeiðsloysið vaksið seinasta árið

Arbeiðsloysið vaksið seinasta árið
Fleiri vóru arbeiðsleys í apríl og mai enn somu mánaðir í fjør
Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir, vísa tølini hjá Hagstovan.
Mynd: Hagstovan  
 
25.06.2024 - 09:24

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai.

Tað svarar til 285 fulltíðararbeiðsleys. 

Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent, 209 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysið var eisini størri í apríl í ár enn í apríl í fjør.

Tað var eitt prosent í apríl í ár. Tað svarar til 310 fulltíðararbeiðsleys. 

Sama mánað í fjør, altso í apríl, var arbeiðsloysið 0,7 prosent, 229 fulltíðararbeiðsleys.

9,4 prosent langtíðararbeiðsleys

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir.

Størst arbeiðsloysið er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu, skrivar Hagstovan.

Minsta arbeiðsloysið er hjá teimum 55 til 66 ára gomlu.

9,4 prosent eru langtíðararbeiðsleys.

Langtíðararbeiðsleys eru tey, sum hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974