Rektarin tekur ikki undir við niðurstøðuni hjá aðalráðnum

Rektarin tekur ikki undir við niðurstøðuni hjá aðalráðnum
Una Joensen er farin undir at skriva sína egnu frágreiðing um tilgongdina við  bygnaðarbroytingum og uppsøgnini á Glasi
Glasir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.07.2024 - 12:20

- Avgerðin er løgfrøðisliga skeiv, og fleiri faktuellir feilir eru í niðurstøðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Tað sigur rektarin á Glasi, Una Joensen, eftir at aðalráðið 1. juli ógildaði uppsøgnina av fyrrverandi undirvísingarstjóranum á Glasi. 

 

Elsa Maria Holm Olsen var søgd upp sum undirvísingarstjóri á Glasi, men uppsøgning er nú ógildað. (Savnsmynd)

Una Joensen, rektari á Glasi. 

 

Í niðurstøðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum stendur m.a., at rektarin á Glasi hevur sagt ósatt fyri aðalstjóranum. 

- Talan er um eina misskiljing, sigur Una Joensen.

Hon er farin undir at skriva sína egnu frágreiðing um tilgongdina við bygnaðarbroytingunum og uppsøgnini á Glasi.

Hoyr innslag í utvarpstíðindunum: 

 

10072024_Una_Joensen

 

Í løtuni samskiftir leiðslan á Glasi við advokatin hjá fyrrverandi undirvísingarstjóranum, um hvørja loysn partarnir kunnu finna fram til, nú starvið hjá henni er niðurlagt, men uppsøgnin er ógildað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542