Nógv fólk komin aftrat í Skopun

Nógv fólk komin aftrat í Skopun
So nógv fólk eru komin aftrat í Skopun síðani í juni í fjør, at fyri fyrstu ferð er Skopun uppi á sætta plássi á fólkatalslistanum
1. juni búðu 488 fólk í Skopun, 22 fleiri enn í juni í fjør.
 
11.07.2024 - 06:25

So nógv fólk eru komin aftrat í Skopun síðani í juni í fjør, at fyri fyrstu ferð er Skopun uppi á sætta plássi á fólkatalslistanum.

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Nes kommunu, Runavíkar komunu og Eysturkommunu. 

Og síðani kemur Skopunar kommuna, skrivar Hagstovan.

Í Skopun eru komin 22 fólk aftrat. Vøksturin er 4,7 prosent.

Á Sandi og í Skálavík minkaði fólkatalið.

Men tað vaks í Húsavíkar kommunu. Har eru komin átta fólk aftrat, sjey teirra í Dali.

Fólkatalið minkaði mest í Eiðis kommunu, Vágs kommunu og Vestmanna kommunu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213