Innlánsvøksturin minni enn útlánsvøksturin

Innlánsvøksturin minni enn útlánsvøksturin
Innlánini í peningastovnunum vóru 20,4 milliardir krónur í mai
Føroysku peningastovnarnir høvdu útlán fyri góðar 19 mia. kr. í mai í ár til føroyskar kundar. (Savnsmynd)
 
12.07.2024 - 09:55

Innlánsvøksturin í føroysku peningastovnunum er ikki so stórur sum útlánsvøksturin.

Innlánini vóru góða milliard krónur størri í mai enn í mars, fyrst og fremst millum annað tí, at hálv milliard kom inn i frítíðarlønum í apríl, skrivar Landsbankin. 

Innlánini vóru 20,4 milliardir krónur í mai. 

Útlánini vóru 1,4 milliardir størri í mai í ár enn í mai í fjør.

Føroysku peningastovnarnir høvdu útlán fyri góðar 19 mia. kr. í mai í ár til føroyskar kundar.

Les meira her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213