Borgarstjóri um tunlar: Fáa einki ítøkiligt at vita

Borgarstjóri um tunlar: Fáa einki ítøkiligt at vita
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi, kundi hugsað sær betri kunning um, hvussu líður við tunlunum norður um Fjall
Tað hoyrist javnan um seinkingar í arbeiðnum við tunlunum norður um Fjall
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2024 - 13:58

- Tað kundi ljóðað, sum trupulleikar eru við asfaltering, men vit fáa einki at vita.

Tað sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi, sum eftirlýsir kunning um, hvussu líður við tunnlunum norður um Fjall 

"Eg vóni sjálvandi, at tað verður liðugt í hesum árinum, men mann fær eina eitt sindur løgna kenslu, tá mann ikki fær nakað at vita", sigur Katrin Næs.

Hon sigur, at hon hevur fingið at vita, at tunlarnir verða lidnir í ár, men tað frættist javnan um seinkingar, og tí kann tað tykjast ivasamt, um tíðarætlanin fer at halda.

 

Hoyrið samrøðu við Katrina Næs her:

KatrinNaes

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334