Fleiri verða hótt

20.07.2024 - 17:46
Innlendis›Heilsa
Fleiri verða hótt
Ein kanning vísir, at ein fjórðingur av føroysku arbeiðsmegini hevur verið fyri hóttanum

Føroysk arbeiðsfólk eru í serligum vanda fyri at verða hótt, meðan tey eru til arbeiðis.
Tað er eitt av úrslitunum í føroysku granskingarverkætlanini "Arbeiðsumhvørvi í Føroyum", har 9.420 fólk hava svarað spurningar um lívið á arbeiðsmarknaðinum.
Knappur fjórðingur av teimum, sum hava svarað, hava upplivað hóttanir í sambandi við arbeiðið, og samanborið við donsku kanningina, hava føroysku svarpersónarnir oftari uppliva hóttanir í arbeiðinum enn svarpersónar úr líknandi danskari kanning.
Sløk 70 prosent av svarpersónunum, sum hava upplivað hóttanir í arbeiðinum, siga frá, at tey eru hótt av viðskiftafólki, klientum, sjúklingum, næmingum ella avvarðandi.
Tað eru flest kvinnur, sum hava upplivað hóttanir í sambandi við arbeiðið. Kanningin vísir, at sløk 27 prosent av kvinnunum, og sløk 18 prosent av monnunum hava upplivað hóttanir.
Og úrslitini benda eisini á, at tey í aldrinum 25 til 34 ár hava oftast upplivað hóttanir í sambandi við arbeiði.
Tá úrslitini verða býtt upp í starvsbólkar, sæst, at starvsfólk á heilsuøkinum uppliva oftast hóttanir í arbeiðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364