Orkudepilin á Kambsdali fær ikki fleiri pengar

Orkudepilin á Kambsdali fær ikki fleiri pengar
Smápartafelagið Rhesa góðtekur ikki svarið hjá Vinnumálaráðnum, og hevur biðið um, at umsóknin um pengar verður viðgjørd av nýggjum.
Farið varð undir Orku- og granskingardepilin á Kambsdali í 2008
 
11.10.2013 - 14:39

Orku- og granskingardepilin á Kambsdali fær ikki 1,4 mió. kr. úr landskassanum, sum annars eru settar av í fíggjarlógini fyri 2013. Vinnumálaráðið, sum umsitur stuðulin til alternativar orkuverkætlanir, vil ikki lata pengarnar.

Orsøkin er, sigur Vinnumálaráðið í svari til smápartafelagið Rhesa, at Orku- og granskingardepilin er ikki longur ein granskingardepli, sum er førur fyri at granska í orkuloysnum og vera við í granskingarverkætlanum. Vinnumálaráðið fekk ein uttanhýsis serfrøðing, Boga Bech Jensen, at ummæla verkætlanina hjá Rhesa.

Ikki nóg mikið

Játtanin, 1,4 mió. kr., í fíggjarlógini fyri 2013 var ætlað til at gera depilin á Kambsdali lidnan. Bogi Bech Jensen sigur í sínum ummæli, at depilin kann gerast liðugur fyri 1,4 milliónir. Men 1,4 milliónir eru ikki nóg mikið til at røkka endamálinum við verkætlanini, sum er at granska í orkuloysnum og menna vitan um, hvussu til ber at nøkta allan orkutørv í einum øki við varandi orku.

Smápartafelagið Rhesa góðtekur ikki svarið hjá Vinnumálaráðið og hevur biðið um, at umsóknin um pengar verður viðgjørd av nýggjum. Vinnumálaráðið svarar, at so má tað fáa eina nýggja umsókn, har víst verður á formligan granskingarførleika hjá deplinum. Farið varð undir Orku- og granskingardepilin á Kambsdali í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115