Leitaðu eftir Pidda á Borðoyarvík

Leitaðu eftir Pidda á Borðoyarvík
Kanningar vórðu gjørdar við eitt neyst, men einki er funnið
Løgreglan hevur leitað á Borðoyarvík eftir Dánjali Peturi Hansen, Pidda, men heldur ikki har er nakað funnið.

12.09.2012 - 13:49

Politiið leitaði í gjár eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen, Pidda, á Borðoyarvík í Klaksvík, skrivar Norðlýsið á netinum.

Bergleif Brimvík, kanningarleiðari hjá politiinum, váttar fyri Kringvarpinum, at politiið í gjár gjørdi kanningar við eitt neyst í Klaksvík.

- Vit avgjørdu at leita á Borðoyarvík, tí onkur segði seg hava "sæð" fyri sær, at eitt ávíst økið á Borðoyarvík kundi hava samband við málið og tí økið er tætt við Norðoyartunnilin, sigur Bergleif Brimvík.

Funnu einki

Politiið fann einki, sum kann hava áhuga fyri kanningararbeiðið um tann horvna Dánjal Petur Hansen úr Runavík, ið hevur verið horvin síðani 4. november í fjør.

Ein 32-ára gamal maður, sum varð handtikin fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, hevur sitið varðhaldsfongslaður í 302 dagar í málinum. Rættarmálið móti handtikna manninum byrjar í Føroya Rætti mánadagin 5. november, og tríggjar vikur eru settar av til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763