Arbeiðsvanlukka oman fyri Vestmanna kravdi eitt mannalív

Arbeiðsvanlukka oman fyri Vestmanna kravdi eitt mannalív
Vanlukkan hendi við Mýruverkið klokkan 11 fyrrapartin
 
31.07.2024 - 21:04

Ein arbeiðsvanlukka oman fyri Vestmanna í dag hevur kravt eitt mannalív.

Tað var klokkan 11 fyrrapartin at løgreglan fekk boð um, at ein yngri føroyskur maður var omandottin á einum hamara í sambandi við eitt arbeiði.

Hóast bjargingartyrlan kom á staðið, so var staðfest, at maðurin var deyður á staðnum. 

Á heimasíðuni hjá Vørn verður upplýst, at vanlukkan hendi við Mýruverkið í Vestmanna.

Tey avvarðandi hjá manninum eru kunnað, og løgreglan kannar nú málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775