HB skal steðga heimsstjørnum á Tórsvølli

HB skal steðga heimsstjørnum á Tórsvølli
KVF sigur frá dystinum í úvarpinum, tá HB skal royna at basa Ivan Rakitić, Ivan Perišić og hinum kroatisku stjørnunum á Hajduk Split-liðnum á Tórsvølli í kvøld
Hajduk Split vann fyrra dystin móti HB 2-0
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  
 
01.08.2024 - 16:12

HB skal, eins og Víkingur, royna at spæla seg víðari í UEFA Confrence League-kappingini á Tórsvøllin í kvøld klokkan 20. 

HB hevur í útgangsstøðinum betri møguleika at koma víðari á pappírinum, tí HB megnaði einans at tapa 0-2 í útidystinum móti kroatiska stórfelagnum. 

Tað eru heldur ikki hvørjir sum helst, ið eru við kroatiska liðnum í Føroyum. Hvørt mansbarn, ið hevur fylgt við fótbólti seinastu 15 árini, kennir nøvnini Ivan Rakitić og Ivan Perišić, ið hava umboðað so mæt feløg sum Barcelona og Inter Milan, og annars vunnið upp í leypar av steypum. 

Og venjari fyri kroatiska liðnum er eingin annar enn italska miðvallarlegendan Gennaro Gattuso, ið var beinbrótari á miðvøllinum hjá Milan í síni tíð. 

 

Hajduk Split hevur eldhugaðar fjepparar, og stívliga 300 av teimum eru komnir við felagnum til Føroya.

Nøkur teirra hava gjørt nógv um seg á skeinkistøðunum í Havn. Í gjárkvøldið og í nátt var politiið nakrar ferðir á skeinkistøðum fyri at sissa fólk.

Skeinkistøðini hava loyvi til at hava opið til klokkan tvey í staðin fyri midnátt, tá slíkir fótbóltsdystir eru.

Dysturin millum HB og Hajduk Split byrjar á Tórsvølli klokkan 20, og vit siga frá dystinum í útvarpinum 

 

Hvat: HB - Hajduk Split
Hvar: í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: kl. 20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213