Funnið ábendingar um lív á Mars

Funnið ábendingar um lív á Mars
"Hetta líkist ongum øðrum, vit hava sæð fyrr á Mars," sigur David Arge Klevang, lektari á DTU Space, nú NASA-rovarin Perseverance hevur funnið ábendingar um lív á Mars
Perseverance-rovarin, sum er partur av Mars 2020-sendiferðini hjá Nasa, leitar eftir teknum um lív á Mars í steinum
Mynd: Nasa.gov  
 
07.08.2024 - 07:44

"Is there life on Mars? spurdi David Bowie í sangi við sama navni á plátuni "Hunky Dory" frá 1973. 

Nú 51 ár seinni kann føroyingurin David Arge Klevang, ið er lektari og granskari á DTU Space, svara spurninginum hjá hinum David.

"Jú, hetta líkist ongum øðrum, vit hava sæð fyrr á Mars, og tað gevur ábendingar um, at lívfrøðiligar smáverur - ella mikroorganismur - einaferð hava livað á Mars."

NASA-rovarin Perseverance hevur, við hjálp frá útgerð, sum er ment av David Arge Klevang og hinum á DTU Space, funnið ein stein, ið gevur ábendingar um, at lívfrøðiligt lív einaferð hevur verið á Mars.

 

David_Arge_Klevan_um_Mars

 

Um Mars 2020-sendiferðina
Verkætlanin Mars 2020, sum Perseverance-rovarin er partur av, er ein av størru sendiferðunum hjá NASA, tí hon hevur kostað yvir 16 milliardir krónur. 
Perseverance-rovarin bleiv sendur avstað til Mars 30. juli 2020, og hann lendi trygt á Mars 18. februar 2021. Rovarin hevur sosatt verið virkin á Mars í hálvt fjórða ár. 
Einans helvtin av royndunum at lenda eitt rúmdarfar á Mars hava eydnast. 
Málið við 2020-sendiferðini er at finna útav, um tað eru tekin um, at lív einaferð hevur verið á Mars. 
Perseverance goymir teir mest áhugaverdu steinarnar, hann finnur, og leggur teir í eitt rør, sum seinni verður flogið aftur til Jørðina, so at steinarnir kunnu granskast við tólum, ið eru ov stór at senda til Mars. 
NASA hevur tó sátt iva um, nær heimferðin hjá steinunum, Mars Sample Return, verður. Upprunaliga var ætlanin, at tað skuldi kosta 75 milliardir krónur, men tað er ov kostanaðarmikið. Tí verður arbeitt við einari aðarari og bíligari sendiferð, fyri at fáa hendur á Mars-steinunum, men tað verður í fyrsta lagi einaferð í 2030'unum. Evropiski rúmdarstovnurin, ESA, er eisini partur av sendiferðini at fáa Mars-steinarnar heim aftur. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109