Eingin samanhangur millum fast track og kriminalitet

Eingin samanhangur millum fast track og kriminalitet
Tað er eingin broyting í lutfallinum millum útlendingar í Føroyum og harðskap, sigur Katrin Thorsvig Hansen, ákæri
Mynd: Sandoy Seafood
 
08.08.2024 - 18:25

Rættilig øsing hevur tikið seg upp um Fast Track-skipanina, harðskap og útlendingar í Føroyum - men eingin samanhangur er millum Fast Track-skipanina og títtleikan av kriminaliteti millum útlendingar, sigur Katrin Thorsvig Hansen, ákæri

- Fast Track-skipanin skal steðgast - tað var breið semja um tað, tá løgmansrøðan var viðgjørd í tinginum í farnu viku, og øsingin gjørdist ikki minni, tá Frihedsbrevet kundi avdúka, at maðurin, sum er ákærdur fyri harðskap móti eini kvinnu við Sandá í april hevur sitið ein dóm fyri morð, áðrenn hann kom til landið.

 

Undir yvirskriftini: Fast tracka-mordarar gjørdi Frihedsbrevet í oddagreinini Fría Barbara vart við, hvussu álvarslig støðan er.

Men maðurin, sum situr í varðhaldi, er ikki komin gjøgnum Fast Track-skipanina - hann er nevniliga polakkur, og kemur tí til Føroya at arbeiða gjøgnum avtaluna um ES borgarar.

 

Tað ber í heila tikið ikki til at siga, at Fast Track-skipanin í sær sjálvum er ein innflytan av kriminellum, sum tað annars er blivið róð framundir - tað eru fleiri mál við útlendingum, men tað eru eisini nógv fleiri útlendingar í Føroyum, sigur Katrin Thorsvig Hansen. Lutfallið er tað sama, sum tað hevur verið.


 

Hoyr innslagið her:

Katrin_Thorsvig_Hansen_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV