Fleiri í tænastuvinnuni og færri í byggivinnuni

Fleiri í tænastuvinnuni og færri í byggivinnuni
Í løtuni eru umleið 24.420 løntakarar skrásettir í Føroyum
Í juli vóru 56 færri løntakarar skrásettir í byggi-og tilvirkisvinnuni samanborið við juli í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni
 
14.10.2013 - 14:51

Fleiri starvast í privatu tænastuvinnuni, men færri eru í byggivinnuni.

Tað vísa nýggj hagtøl frá Hagstovuni.

Í juli vóru tilsamans 8.221 løntakarar í privatu tænastuvinnununi. Tað eru 118 fleiri enn sama mánað í fjør. Framgongdin er hálvt annað prosent. Í byggivinnuni og tilvirkisvinnuni vóru 3.098 løntakarar í juli. Tað eru 56 færri enn sama mánað í fjør, og afturgongdin er 1,8 prosent.

8.900 í almennum starvi

Løntakararnir í bólkinum, sum eitur Almenn og onnur tænasta, eru tilsamans 8.891, 91 færri enn í juli í fjør. Hinvegin eru 27 fleiri løntakarar skrásettir í bólkinum, sum eitur Fiski-, ali- og ráevnisvinna, ella tilsamans 4.111.

Í juli vóru tilsamans 24.421 løntakarar skrásettir, tveir færri enn í juli í fjør. Men árstíðarjavnað vóru 23.710 løntakarar í juli samanborið við teir tríggjar mánaðirnar frammanundan, tá tað vóru umleið 23.650 løntakarar hvønn mánað, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. juli
Morgunlestur mikudagur 30. juli 2025
194901
Týsdag 29. juli
Ringreiðin
195039
Týsdag 29. juli
Ólavsøka í Studio 4
195035
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudag
195038
Týsdag 29. juli
Tingið verður sett
195033
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019
Mánadag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2025
195018