Skúladepilin helst 50 mió. kr. dýrari enn játtað

Skúladepilin helst 50 mió. kr. dýrari enn játtað
Lægstu tilboðini vórðu 150 mió. kr. størri enn játtanin, men Landsverk metir, at tað bara ber til at spara 100 mió. kr.
Nógv bendir á, at skúladepilin í Marknagili verður einar 50 mió. kr. dýrari enn játtað er, hóast einar 100 mió. kr. verða skarvaðar av verkætlanini.

12.09.2012 - 10:05

Nú bendir alt á, at Skúladepilin í Marknagili ið hvussu so verður hálvthundrað milliónir dýrari enn verandi jattan er. Lægstu tilboðini eru hálvt annað hundrað milliónir størri enn játtanin. Og nú metir Landsverk, at til ber at spara hundrað milliónir:

Stórir og kappingarførir undirveitarar vóru ikki við í útbjóðingini upp á Skúladepilin í Marknagili. Og nógv bendir á, at byggifyritøkur hava lagt nógv upp fyri, serliga tá talan er um loysnir og tilfar, sum eru ókend í Føroyum.

Dýrkandi partarnir í verkætlanini eru serliga framsíðan, fasadan, stálið og betongið. Somuleiðis er stórur meirkostnaður í sambandi við innrætting.

Fleiri upplýsingar koma undan kavi

Fleiri og fleiri upplýsingar um dýrastu bygging í Føroya søgu koma undan kavi, so hvørt sum landsstýrismaðurin í mentamálum svarar spurningum frá tingfólkum um Skúladepilin.

Nú hevur Bjørn Kalsø svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin hevur sínar upplýsingar frá Landsverki, sum er byggitøkniligur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum. Sambært landsverki vóru stórir og kappingarførir undirveitarar ikki við í útbjóðingini. Lutfalsliga fáir undirveitarar eru til tær somu arbeiðstøkurnar.

Veitararnir til serligu loysnirnar eru óroyndir í Føroyum. Tað hevur borið í sær stórt váðaískoyti. Og harafturat koma dýrar tryggingar og bankatrygdir.

Skuldi verða liðugt næsta ár

Løgtingið samtykti tann 26.mai í 2008 at byggja Skúladeplil til Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Tekniska Skúla í Havn og Handilsskúlan í Havn.  Ætlanin var tá, at byggingin skuldi vera liðug í 2013.

Klárt var at bjóða byggiarbeiðið út fyri einum ári síðani. Men so kom løgtingsval, og tilboðini vórðu ikki latin upp fyrr enn 28.august í ár. Og tá fingu byggiharrin og onnur við ein skelk. Lægstu tilboðini eru næstan 50 prosent dýrari enn tað, sum løgtingið hevur játtað.

Og nú roynir Landsverk at skava av verkætlanini, so pengarnir røkka. Men sambært svarinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, verður sparingin 100 og ikki 150 milliónir krónur.

Sambært verandi tíðarætlan skal Skúladepilin í Marknagili vera liðugur á sumri 2016. Og tað kemur als ikki upp á tal at skjóta verkætlanina longri út enn tað, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938