Umlættingardepilin skal verða liðugur í 2016

Umlættingardepilin skal verða liðugur í 2016
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið um heimild at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni fyri 12,4 mió. kr.
Stendur tað til Anniku Olsen, verður virknis- og umlættingardepilin í Sandoynni liðugur um trý ár
 
14.10.2013 - 15:39

Gongst sum ætlað, verður ein virknis- og umlættingardepil til børn og ung við serligum avbjóðingum tikin í nýtslu í Sandoynni í 2016.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um heimild at byggja depilin, og útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 12,4 milliónir kr.

15 fólk

Ætlanin er, at virknis- og umlættingardepilin skal vera karmur um virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni og eitt landsfevnandi tilboð um umlætting. Á deplinum vera átta umlættingarrúm, t.e. kømur við egnum baðirúmi, og felagshøli til ymisk tilboð fyri umleið 15 fólkum.

Umlættingarrúmini kunnu nýtast til børn og ung úr øllum landinum, og verður tørvur á tí, kunnu fýra umlættingarpláss skipast til varandibúpláss seinni. Almannaverkið sigur, at í løtuni eru 4-6 børn í Sandoynni, sum fáa tilboð frá Stuðulsfólkaskipanini.

Fyribils byggiskrá

Ætlanin, sum fyriliggur, byggir á eitt tilmæli frá eini bygginevnd, sum hevur gjørt eina fyribils byggiskrá. Hon verður endaliga viðgjørd, tá tað er greitt, hvar í Sandoynni depilin skal byggjast, sigur Annika Olsen í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Málið kemur til viðgerðar í tinginum eftir heystfrítíðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011