Amerika herbýr seg í Miðeystri

Amerika herbýr seg í Miðeystri
USA fer at gera alt fyri at verja Ísrael, hevur amerikanski verjuráðharrin, Lloyd Austin, boðað ísraelska verjumálaráðharranum, Yoav Gallant, frá
Amerikanski flogberin USS Wasp
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.08.2024 - 12:11

Í løtuni eru ein amerikanskur flogberi og ein kavbátur á veg til Miðeysturs.

Kavbáturin er vápnaður við missilum.

Tað boðaði amerikanski verjuráðharrin, Lloyd Austin, ísraelska verjumálaráðharranum, Yoav Gallant, frá í gjár.

Tað skrivar danska kringvarpið.

 

Eisini hevur ein flogberi, sum longu var á veg til Ísrael, fingið boð um at gera skjótari av.

Í telefonsamrøðu, ráðharrarnar millum, undirstrikaði Lloyd Austin, at USA fer at gera alt fyri at verja Ísrael.

Støðan í Miðeystri hevur verið sera spent, síðan leiðarin í Hamas var tikin av døgum 31. juli. 

Ísrael hevur ikki tikið ábyrgd av hesum.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542