- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musikkstevnur
Fuglafjarðar Hornorkestur var vertur fyri árligu Musikkstevnuni, ið varð hildin Dýra Biðiðdag, fríggjadagin 26. apríl, klokkan 14. Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Konsertin varð hildin í nýggju hølinum í Fuglafjarðar Skúla. Tey luttakandi orkestrini vóru Fuglafjarðar Hornorkestur, Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, GHM, Sørvágs Tónleikarfelag/Vestmanna Hornorkestur, Kvinnuorkestri, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Ælabogin og Eiðis Ljómfelag. Umframt tey føroysku orkestrini, var eisini eitt orkestur úr Danmark við í ár, Skanderborg Brass Band. Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 58. í røðini.