Námsætlanirnar mugu dagførast

Námsætlanirnar mugu dagførast
Føroyskir fólkaskúlanæmingar læra ikki at loysa uppgávurnar í PISA-kanningunum, soleiðis sum kanningarnar leggja upp til
- Vit noyðast at tillaga okkara námsætlanir, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í lærarafelagnum
 
14.08.2024 - 18:19

Námsætlaninar treingja til at verða tillagaðar.

Tað heldur formaðurin í Føroya lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, sum heldur, at PISA-kanningarnar eru eitt gott amboð til at finna útav, hvørjar førleikar næmingarnir í fólkaskúlanum hava. Men undirvísingin í føroyska fólkaskúlanum hóskar ikki serliga væl til PISA-kanningarnar.

-  Vit hava ikki dagført okkara námsætlan, ella sjálvt innihaldið í skúlanum. Í ávísan mun hava vit dagført undirvísingartilfarið, men ikki próvtøkuháttin, so vit undirvísa í nøkrum, sum PISA-kanningin ikki heldur hevur týdning, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Sostatt kannar PISA-kanningin nøkur ting, sum ikki eru partur av føroyska skúladegnum.

 

Hoyrið samrøðu við Jacob Eli S. Olsen her:

Jacob_Eli_namsaetlanirnar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086