Eingin niðurstøða um makrelstuðul

Eingin niðurstøða um makrelstuðul
Eingin greið niðurstøða er um, hvørt makrelstuðulin skal avtakast ella ikki, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
 
18.08.2024 - 13:56

Dennis Holm sigur, at skip, sum ikki fiska makrel, skulu ikki hava makrel at selja. Tað er reinur stuðul, og tað skal halda uppat. Tað hevur Dennis Holm sagt, síðani hann kom til sum landsstýrismaður i fiskivinnumálum í desember i 2022.

Kortini er einki hent í málinum - orsøkin er, sigur Dennis Holm, at hann bíðar eftir, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, broytir lógina um skatt á endaligar avhendingar av kvotum. 

Tann lógin sigur nevniliga, at avhendar tú kvotur endaliga, skalt tú rinda ein serligan skatt av vinninginum. Hetta bleiv gjørt, tá kvoturnar gjørdust umsetiligar undir Jacobi Vestergaard, sum var landsstýrismaður í 2020 til 2022.

Fyri at landið skal fáa nakað av vinninginum, tá kvotur, sum landið hevur avhendað ókeypis, verða seldar víðari, skal ein serskattur leggjast á vinningin. Tað var endamálið við lógini - tó so, undantøk eru. 

Dennis Holm heldur, at verða tey, sum hava fingið 10 ára makrelkvotur, noydd at avhenda tær endaliga í staðin fyri at selja tær hvørt ár, skulu tey ikki skattast eftir galdandi serreglum um endaligar avhendingar. 

Men hóast tann bólturin hevur ligið hjá Ruth Vang rættiliga leingi, hevur hon einki gjørt fyri at taka hann upp.

- Enn er eingin semja, um makrelstuðulin skal avtakast - málið er ikki liðugt viðgjørt, sigur Ruth Vang. 

Hoyr samrøðuna her: 

 

Ruth_Vang_serskattur

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040