Landssjúkrahúsið: Starvsfólk og sjúklingar verða tuberklakannað

Landssjúkrahúsið: Starvsfólk og sjúklingar verða tuberklakannað
Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum royna nú at finna tey fólk, sum tey sjúku hava, ella hava havt tætt samband við
 
15.10.2013 - 07:45

Starvsfólk og sjúklingar á Landssjúkrahúsinum verða kannað fyri tuberklar. Orsøkin er, at eitt av teimum trimum fólkunum, sum nýliga hava fingið staðfest smittandi tuberklar, varð innlagt á Landssjúkrahúsinum.

Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum sigur í tíðindaskrivi, at ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tí verða tey kannað, sum vóru innløgd um somu tíð og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin.

Starvsfólk eisini kannað

Útgreiningin umfatar eisini starvsfólk á seingjardeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin var. Harumframt fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at verða kannað. Allir tríggir tuberklatilburðirnir, sum nýliga eru staðfestir í Føroyum, eru skrásettir.

Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum royna nú at finna tey fólk, sum tey sjúku hava ella hava havt tætt samband við. Tætt samband er við húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við í meira enn átta tímar dagliga.

Sjáldan smittað

Tað er umráðandi at staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, sum hava smittandi lungnatuberklar, sera sjáldan verða smittað, siga landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum.

Á heimasíðunum hjá landslæknanum, landslaeknin.fo, og Landssjúkrahúsinum, lsh.fo, eru fleiri upplýsingar um nýggju tuberklatilburðirnar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. juni
EM tíðindi - 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131
Fríggjadag 28. juni
Vikuskiftið 28 juni 2024
177400