Væntar lættar samráðingar um svartkjaftin

Væntar lættar samráðingar um svartkjaftin
Samráðingarnar eru útsettar til desember
 
15.10.2013 - 08:03

Samráðingarnar um svartkjaftin, sum verða í desember, verða helst lættar, væntar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Býtið millum londini liggur fast, og ongin hevur sagt avtaluna upp, sigur hann. 

ICES segði herfyri, at heildarkvotan av svartkjafti komandi ár kundi vera 950.000 tons, men serfrøðingar hjá havrannsóknarstovninum, ICES, kanna í løtuni, um hon kann vera enn størri.

Samráðingarnar um svartkjaft skuldu vera í gjár og í dag, men eru útsettar til fyrst í desember. Orsøkin er, at ICES fyrst skal avgera við vissu, hvussu nógv kann takast úr svartkjaftastovninum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698