Næmingar á Glasi í trappuverkfalli

Næmingar á Glasi í trappuverkfalli
Næmingarnir mótmæla, at nýggjar skilhaldsreglur eru settar í gildi, og at avmarkingar eru settar fyri, hvar flokkar kunnu fara á námsferð
Næmingar á Glasi eru misnøgdir við nýggju skilhaldsreglurnar á skúlanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.08.2024 - 13:08

Nýggju skilhaldsreglurnar á miðnámsskúlanum Glasi í Havn hava elvt til kjak og misnøgd millum næmingarnar í seinastuni.

Og um middagsleitið settu næmingar á Glasi seg í trappuna at mótmæla.  

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Skilhaldsreglurnar hava millum annað við sær, at næmingar ikki longur sleppa at hava telefonina hjá sær í tímunum, og tær merkja eisini, at internet skúlans er avmarkað soleiðis, at næmingarnir ikki longur sleppa inn á ávísar síður við netinum hjá skúlanum. 

Harumframt eru avmarkingar settar fyri, hvar flokkar kunnu fara á námsferð. 

 

 

Sigurjón Einarsson sendi av Glasi í útvarpstíðindunum á middegi og hitti Bjørg Brynhildardóttir Egholm, limur í næmingaráðnum, og Annie Fjalsá, stjóri fyri næmingatænastuna á Glasi:

 

20082024_Glasir

 

Christian Joensen.

 

Kambsdalur

Fyrr í dag hitti Sigurjón Einarsson virkandi rektara á Miðnámi á Kambsdali, Christian Joensen, um nýggju skilhaldsreglurnar á skúlanum og Ólav Davidsen, lim í næmingaráðnum:

 

20082024_Kambsdalur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Hósdag 11. desember
Dansival - Jóan Jakku Heinesen
201380
Hósdag 11. desember
Eini barnavinalig jól
201366
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310