Landsrætturin vísti málinum frá sær

Landsrætturin vísti málinum frá sær
Dómurin, sum skiparin á John Paul DeJoria fekk í Føroya rætti, verður standandi
Landsrætturin góðtók ikki, at skiparin á John Paul deJoria ikki fekk møtt í rættinum, og vísti málinum frá sær. (Savnsmynd)
 
21.08.2024 - 13:15

Eystari Landsrættur gjørdi skjótt av, tá rættarfundur var í morgun í málinum um skiparan á John Paul deJoria, Daniel Binyon, sum í Føroya Rætti í juli í fjør fekk eina sekt upp á 157 túsund krónur fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið.

 

Bjørn á Heygum er verji hjá Daniel Binyon.

 

Verjin hjá skiparanum, Bjørn á Heygum, vildi hava, at málið skuldi viðgerðast, hóast skiparin ikki hevði møguleika sjálvur at møta upp í rættinum, men hesum var Landsrætturin ikki samdur í og vísti málinum frá sær.

Tí stendur dómurin frá Føroya Rætti við, og tað undrar Bjørn á Heygum, verji hjá skiparanum á John Paul deJoria.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21082024_Landsraetturin

 

Uttanfyri rættarsalin vóru umboð frá Captain Paul Watson Foundation, ið vístu sín stuðul.

 

Verjin hjá Daniel Binyon, Bjørn á Heygum tosar við umboð frá felagsskapinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044