Álop og mótálop millum Ísrael og Hizbollah

Álop og mótálop millum Ísrael og Hizbollah
Stríðið í økinum harðnar
Fólk ganga uttan fyri bústað, sum var raktur av einari av teimum fleiri hundrað rakettunum og dronunum, sum Hizbollah hevur sent móti Ísrael.
Mynd: Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2024 - 11:27

Álop og mótálop millum Ísrael og Hizbollah hava verið í nátt og í morgun, og stríðið í økinum harðnar.

Sambært bretska kringvarpinum, BBC, sigur ísraelski herurin, at eini hundrað stríðsflogfør lupu á mál hjá Hizbollah í Suðurlibanon í morgun, og Hizbollah skeyt rakettir inn í norðara part av Ísrael.

Er talan um 100 flogfør, er hetta størsta ísraelska álop á Libanon, síðani kríggið millum Ísrael og Hizbollah veruliga byrjaði í 2006, skrivar BBC.

Álopini hjá Ísrael byrjaðu um hálvgum fimm tíðina lokala tíð, klokkan hálvgum tvey okkara tíð, og BBC sigur frá, at Hizbollah legði ætlanir um eitt stórálop hálvan tíma seinni, klokkan fimm lokala tíð.

Sambært BBC, sum endurtekur ónevndar keldur í Ísrael, vóru millum annað ætlanir um rakettálop á Tel Aviv, størsta býin í Ísrael.

Hizbollað sigur seg hava skotið fleiri enn 300 rakettir móti hernðarligum málum har norðuri í Ísrael, har luftávaringar hava ljóðað.

Ísraelski verjumálaráðharrin hevur boðað frá neyðstøðu í landinum eftir álopini hjá Hizbollah á Ísrael við rakettum og dronum.

Sambært Miðeysturkorrespondentinum hjá Tv2 hevur Ísrael vitað av álopinum hjá Hizbollah frammanundan og leyp tí á tey støðini, sum Hizbollah skuldi skjóta frá.

Kortini hevur tað sambært Hizbollah eydnast at skjóta 320 rakettir móti Ísrael.

Hetta eru størstu og harðastu álop frá Hizbollah og Ísrael síðani oktobur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439