Landsliðið til fyrstu Nations League-dystirnar úttikið

Landsliðið til fyrstu Nations League-dystirnar úttikið
Trý pláss standa enn tóm í hópinum hjá A-landsliðnum í fótbólti við monnum til Nations League-dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettland
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2024 - 10:13

A-landsliðið hevur tvær spennandi avbjóðingar á skránni, nú menninir fara undir sína fjórðu UEFA Nations League-kapping.

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og týsdagin 10. september spæla Lettland og Føroyar á Skonto stadion í Riga.

Fjórða landið í bólkinum er Armenia.

Í hesum sambandi bjóðaði FSF fjølmiðlum og øðrum áhugaðum til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli í dag, har Håkan Ericson, landsliðsvenjari, kunngjørdi hópin. 

 

Trý tóm pláss

Størsta yvirraskilsið var nokk, at trý pláss standa tóm í hópinum.

Orsøkin er, at tveir toppdystir verða spældir í annaðkvøld, týskvøldið, tá NSÍ og HB spæla við Løkin í Runavík, og B36 og Víkingur spæla í Sarpugerði í Norðagøtu.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, segði við Televarpið, at hann gjarna vil síggja, hvussu teir dystirnar spæla av, áðrenn hann setir nøvn á síðstu leikararnar. 

Håkan Ericson segði tó, at eitt pláss er ætlað málverjanum Mathias Lamhauge, ið kanska verður klárur eftir drúgvan skaða. 

Eitt navn, ið eisini manglar í hópinum, er Hallur Hansson, ið aftur spælir fast á miðvøllinum hjá KÍ. 

Håkan Ericson staðfestir, at hann var ovfarin av, at Hallur aftur spældi fótbólt á so høgum støði oman á ein sera álvarsaman skaða. Landsliðsvenjarin segði eisini, at hann hevur prátað við Hall, og teir vóru blivnir samdir um, at hann er ikki við hesa ferð. 

 

Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjan:
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Jann J. Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Hillerød
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel J. Chukwudi, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Brandur Hendriksson, Frederikstad (Norra)
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads B. Mikkelsen, KÍ

Álop:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint A. Olsen, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040