Landsrætturin staðfesti dóm um neyðtøku

Landsrætturin staðfesti dóm um neyðtøku
Dómurin er hálvt annað ára treytaleys fongsulsrevsing
Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti. (Savnsmynd)
 
27.08.2024 - 12:20

Eystari landsrættur staðfesti dómin, sum ein maður fekk í Føroya rætti fyri neyðtøku.

Dómurin er hálvt annað ára treytaleys fongsulsrevsing.

Ákæruvaldið fór í landsrættin við málinum, tí tað vildi hava harðari revsing.

Kravið var millum eitt ár og níggju mánaðir og tvey ár.

Maðurin vildi sjálvur hava linari dóm. Hann helt, at eitt ár var ivaleyst. 

Men Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya rætti. Maðurin noktar seg sekan. 

 

Útvístur í tíggju ár

Men hann appelleraði ikki avgerðina hjá Føroya rætti um, at hann er sekur.

Maðurin hevur verið í varðhaldi, síðani hann var tikin í mars. Og hann skal sita dómin alt fyri eitt. 

Hann var ákærdur og dømdur fyri neyðtøku, fyri oralsex, sum hann noyddi ein javnaldrandi kvinnu til á einum vesi í einum skeinkingarstaði í Havn 10. mars í ár.

Maðurin, sum er útlendingur, er vístur úr Føroyum. Hann hevur ikki loyvi til at koma higar í tíggju ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809