- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Hvølparnir bjarga víkini
16-09-2025
Olja lekur úr einum skipi, og ein hvalahvølpur hevur svomið seg í lekan.
Olja lekur úr einum skipi, og ein hvalahvølpur hevur svomið seg í lekan. Skiparin ringir eftir Labbaliðnum, og tey eru skjót á staðnum. Nú mugu øll til verka, so bæði sjógvur og hvalur verða reinsað

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











