- Tíðindi, mentan og ítróttur
Parkour við Markusi
Sveiggj (10:10)
28-08-2024
Markus vísir, hvussu eitt sveiggj skal gerast.
Í hesi sending lærir Markus ymisk triks innan Parkour frá sær. Hesu ferð vísir hann, hvussu eitt sveiggj skal gerast.

Parkour við Markusi
Í 9 pørtum lærir Markus Precious Køtlum ymisk útvald parkour triks frá sær, og síðani vísir hann triksini ymsastaðni í Føroyum. Við fangandi tónleiki, feitum umhvørvi og dugnaligum verti, vóna vit, at sendingin fer at vekja hugin til at royna eitt snarlop, konglop ella kanska eitt veggjarenn, tí sum Markus sigur:
Parkour kann íðkast allastaðni og øll kunnu vera við!









